Átta eru nú smittað í Grønlandi

Í løtuni eru átta fólk smittað við covid-19 í Grønlandi, trý í Aasiaat, trý í Ilulissat og tvey í Nuuk.

 

 

Í dag er aftur ein nýggjur covid-19 tilburður staðfestur í grønlendska býnum, Aasiaat. Talan er um ein persón, sum hevur nært tilknýti til tvey onnur, sum eisini eru fongd við covid-19 í býnum. 

Grønlendska sjálvstýri upplýsir í tíðindaskrivi, at persónurin, sum júst er staðfestur smittaður, hevur verið í sóttarhaldi, síðan viðkomandi hevði samband við tvey onnur fólk, sum hava koronu.

Tískil metir sjálvstýrið eisini, at vandin fyri smittuspjaðing í Aasiaat er ógvuliga avmarkaður. Teir báðir fyrru tilburðirnir í Aasiaat vórðu staðfestir við endurkanning hin 23. desember.

Í løtuni eru átta fólk smittað við covid-19 í Grønlandi, trý í Aasiaat, trý í Ilulissat og tvey í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Samlaða talið av smittaðum í Grønlandi er nú komið upp á 27, harav 19 eru staðfest frísk aftur.

##med2##