Átta deyð í samanbrestum í Myanmar

ST-trygdarráðið fer í kvøld at viðgera støðuna í Myanmar Sambært útvarpsstøðini Democratic Voice of Burma hava fimm munkar og trý onnur mótmælisfólk latið lív í samanbrestum millum mótmælisfólk og løgregluna í býnum Yangon í dag. Aðrar keldur hava ikki váttað tíðindini.

Reuters sigur frá eygnavitnum, at umleið 300 fólk eru handtikin, teirra millum fleiri munkar.

ST-trygdarráðið fer í kvøld at viðgera støðuna í Myanmar. Millum londini, sum hava biðið um fundin, er Bretland, og Gordon Brown, forsætisráðharri, segði í dag, at heimurin eigur at standa saman ímóti stýrinum í Myanmar.