TÓFF- Tórshavn Film Festival byrjaði fyrradagin í Norðurlandahúsinum í Havn og varir til leygardagin 3. mars.
Á skránni eru bæði útlendskir og føroyskir filmar. Talan er um bæði smalar filmar til eina avmarkaða áskoðarafjøld, og um filmar til eina størri áskoðarafjøld.
Í sendingini "Sjóðteim", sum var á Rás2 fyrrapartin ringdi verturin, Hilmar Jan Hansen til Marjuna Niclasen, ein av fyriskiparunum av filmfestivalinum, ið greiddi frá TÓFF.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Marjuna Niclasen.