Átta almenn størv flytast til Klaksvíkar

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur gjørt av, at stovnurin, sum skal umsita nýggju heilsutrygdina, skal leggjast í Klaksvík

Stovnurin, sum skal umsita nýggju heilsutrygdina, sum kemur í gildi á nýggjárinum, skal leggjast í Klakasvík.

Tað hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, gjørt av.

Hann staðfestir, at seinastu árini eru fleiri almennir stovnar lagdir úti um landið og at túrurin nú er komin til Norðoyar.

Væntandi fara átta fólk at arbeiða á stovninum.

Gjørd í stigum

Nýggja sjúkratryggingin verður gjørd í stigum.

Í fyrsta lagi verða sjúkrakassarnir tiknir av, og øll umsitingin savnað í ein stovn, sum skal eita Heilsutrygd og tað er hesin stovnurin, sum skal leggjast í Klaksvík.

- Í dag eru 11 sjúkrakassar í Føroyum, sum hvør í sínum lagi hava eina umsiting og hvør ásetur sítt egna sjúkrakassagjald.

Aksel V. Johannesen sigur, at hetta skal nú broytast til eina samhaldsfasta skipan, har øll rinda sama gjald. Gjaldið verður 245 krónur um mánaðin og tað verður TAKS, sum krevur tað inn.

Fyri summi er hetta ein hækking og fyri onnur er hetta ein lækking. Í Fuglafirði er gjaldið 175 krónur um mánaðin, og á Sandoynni er gjaldið 310 kr.

Men hendan skipanin verður bara galdandi í tvey ár, tí í 1912 skal til sjúkratryggingin verður partur av fíggjarlógini og takast inn við skattinum.

- Ein onnur broyting er, at tilskotið til heilivág verður útroknað eftir einum nýggjum samhaldsføstum leisti. Tey, sum brúka mest pengar til heilivág, fáa eftir nýggju útrokningini mest endurgoldið frá Heilsutrygd. Higartil hava øll fingið 50 prosent endurgoldið frá fyrstu krónu.

- Eftir nýggju skipanini skulu øll gjalda tær fyrstu 500 krónurnar um árið sjálvi. Á tann hátt ber til at gera eina samhaldsfasta skipan, har tey, sum noyðast at brúka nógvan heilivág, fáa størri endurgjald enn eftir verandi skipan.

Landsstýrismaðurin sigur, at ung undir 18 ár og fólk yvir 67 ár koma í mesta lagi at gjalda 1195 krónur um árið fyri heilivág. Hini koma í mesta lagi at gjalda 1600 krónur um árið.

Ein broyting afturat er tann, at Heilsutrygd at veita tilskot til kostískoyti, merkivørur o.a., sum Almannastovan áður hevur veitt ískoyti til. Tað snýr seg m.a. um serligt ískoyti av vitaminum og mineralum, um serligt kostískoyti til diabetikarar um pínuheilivág, allergiheilivág, eygnaheilivág o.s.fr.

Ein stórur spurningur er so, hvussu verður við ognunum hjá sjúkrakassunum, sum nú eru.

Verður úrslitið, at ognirnar fella til Heilsutrygd, fer landsstýrismaðurin at tryggja, at pengarnir ikki verða brúktir til vanligan rakstur.

- Ístaðin verður umhugsað at gera ein heilsugrunn, sum skal veita stuðul til átøk, ið hava til endamáls at menna heilsuna hjá føroyingum, m.a. heilsugransking, sigur landsstýrismaðurin.