Fyrsta venjingin var um vikuskiftið, og í næstu viku skulu kvinnurnar aftur venja.
Venjingarnar eru liður í arbeiðnum at taka út landslið, sum skal luttaka í EM-undankapping í september mánaði. Í hesi kapping skal liðið spæla ímóti Litava, Bosnia-Herzogovina og Turkalandi.
Tær, sum hava fingið boð um at møta, eru: Elin Katrina Haraldsen, Asta Magnussen, Guðrun Joensen, Ása Christiansen úr AB, Rósmai Haraldsen, Beinta Joensen, Laila Enghamar, Heidi Hansen, Selma Dahl Erol úr B36, Mathea Olsen, Gerda Magnussen, Sólrun Olsen úr B71, Fríða Petersen, Linda Weihe, Kristina Dalberg Simonsen úr HB, Maibritt Olsen, Sóley Einarson úr B68, Anna Kristina Joensen úr GÍ, Paula Sjóstein, Elsa Maria Simonsen úr KÍ, Laila Jespersen, Marita Joensen úr VB, Jana Jacobsen, Heidi Maria Akselsen úr MB.
Álvur Hansen er venjari, og Jón Harald Poulsen hjálparvenjari. Hesir báðir stóðu eisini á odda fyri A-landsliðnum hjá kvinnum, sum vann gull á Oyggjaleikunum.