Úttøkuvenjing til U-19 kvinnulandsliðið

Álvur Hansen, landsliðsvenjari hjá U-19 kvinnulandsliðnum, hevur sent boð eftir tríati leikarum at koma til úttøkuvenjing. Venjingarnar eru í dag, fríggjadagin, og týsdagin.
Landsliðið skal í døgunum 23. til 30 september í ár luttaka í EM-undankapping í Bosna-Herzegovina, og hetta er ein liður í úttøkuni av tí endaliga hópinum.
Tær, sum hava fingið boð, eru: Jóhanna Ólavsdóttir og Maria við Neyst úr KÍ. Ása Christiansen, Unn Kragesteen, Selma Dahl Erol, Ása Dam á Neystabø, Heidi Hansen, Elsa Maria Olsen og Lív Horsdal úr B36. Mary-Ann Isaksen og Maibritt Svalbard úr B68. Maria Michelsen, Asta Magnussen, Elin Kathrina Haraldsen og Jytta Drangstein úr AB. Randi S. Wardum, Kristina D. Simonsen, Malan á Dunga, Linda Weihe og Ása úr Dímun úr HB. Birgit Kaliqay, Annika Niclasen og Jóna Hansen úr FS Vágum. Anja Klæmintsdóttir og Henny Olsen úr GÍ. Dania Berthelsen úr Skála. Birita Christiansen og Doris Joensen úr EB. Hanna Poulsen og Irdi Toftegaard úr ÍF.