Úttøkukapping til bridgelandsliðið

Í næstu viku verður úttøkukapping til bridgelandsliðið, sum skal til NM í Örebro í Svøríki síðst í mai. Spælt verður tilsamans í 24 tímar og skulu í alt spælast 160 spøl. Seks pør skulu mikukvøldið, skírisdag og langafríggjadag spæla um tey trý plássini á landsliðnum, sum skal til Örebro at luttaka í Norðurlandameistarakappingini.

- Endamálið við at senda eitt bridgelandslið til Norðurlandameistarakapping, er at geva okkara bestu spælarum nýggjar avbjóðingar og altjóða royndir, sigur Øssur Winthereig, formaður í Føroya Bridgesambandi.

Men endamálið er eisini at vinna dystir.

- Bridge er ein hugaítrótt, har tveir góðir ella fýra góðir spælarar kunnu geva okkum altjóða úrslit, sigur hann.

Danski bridgespælarin og telvarin, Svend Novrup, sum hevur átikið sær at vera landslðsvenjari, kemur til Føroya í hesi viku

- Vit skulu ikki við fyri at spæla hugnabrigde og vóna at kortini onkuntíð geva okkum góð úrslit. Vit skulu spæla bridge og vísa, at smáar tjóðir eisini kunnu gera seg galdandi, sigur Svend Novrup, landsliðsvenjari.

Úttøkukappingin er skipað, sum NM-kappingin við 10 umførum við 16 spølum. Spælt verður við skíggjum, so spælarnir ikki síggja makkaran. Kappingin verður gjørd upp eftir prinsippunum í eini liðkapping.

Vinnandi parið og nummar tvey spæla seg beinleiðis á landsliðið. Svend Novrup og FBS velja triðja parið.

Spælararnir, sum er við eru: Jóannes Mourtisen-Egil Sondum, Rúni Mouritsen-Bjarni Johansen, Árni M. Dam-Símin Lassaberg, Heðin Mouritsen-Rói á Rógvu Joensen, Dia Jacobsen-Eyðun Anthoniussen og Jens Midjord-Jákup Hjaltalin. Seinasta parið er við sum venjingarpar.

- Útøkukappingin verður í Bridgehúsinum, og áskoðarar eru vælkomnir framvið, sigur Føroya Bridgesamband.