Semjan, sum stjórnarflokkurin og andstøðan í Zimbabwe eru samd um, verður undirskrivað mánadagin Semjan ber í sær, at Robert Mugabe heldur fram sum forseti, og at andstøðuleiðarin, Morgan Tsvangirai, verður forsætisráðharri. Tað siga álítandi keldur við Reuters-tíðindastovuna.
Tað er ikki greitt, hvussu valdið verður býtt millum forsetan og forsætisráðharran, men Tsvangirai hevur sagt, at hann vil hava avgerandi ávirkan á landsins politikk.
Suðurafrikanski forsetin, Thabo Mbeki, hevur verið semingsmaður millum Mugabe og Tsvangirai.










