- Hetta er ikki eitt val við atkvøðuseðlum, tí myndugleikarnir hava valt at brúka kúlur ístaðin fyri, segði Morgan Tsvangirai, tá hann í gjár kunngjørdi, at hann hevði gjørt av at taka seg aftur sum valevni til forsetavalið í Zimbabwe, ið verður fríggjadagin. Høvuðsorsøkina sigur hann vera, at tað ber ikki til at fáa eitt rættvíst valúrslit.
-Vit í andstøðuflokkinum kunnu ikki biðja fólk fara á val tann 27. juni, tá vit vita, at tað kann kosta teimum lívið. Vit fara ikki at taka lut í einum vali, sum er merkt av harðskapi, og sum í veruleikanum ikki er nakað val, segði Morgan Tsvangirai. Samstundis bað hann ST og afrikanska eindarfelagsskapin steðga tí, sum hann kallaði "eitt fólkamorð" í Zimbabwe.
Andstøðuflokkurin vil vera við, at umleið 70 stuðlar hjá flokkinum hava latið lív í ágangi, sum viðhaldsmenn hjá Robert Mugabe, forseta hava staðið fyri, og sum hevur til endamáls at ræða fólk frá at velja andstøðuvalevnið. So seint sum í gjár lupu umleið túsund viðhaldsfólk hjá Mugabe á fólk, sum vóru komin á valfund hjá andstøðuni.
Bangin fyri at tapa
Zimbabwiska stjórnin segði í morgun, at hon hevði ikki fingið nakra formliga fráboðan frá Morgan Tsvangirai um, at hann tekur seg aftur sum forsetavalevni, og Patrick Chinamasa, løgmálaráðharri, segði, at kemur eingin formlig fráboðan frá Tsvangirai, verður forsetavalið tann 27. juni sum ætlað.
Sjálvur var løgmálaráðharrin ikki í iva um, hví Tsvangirai tosar um at taka seg aftur.
- Hann er bangin fyri at tapa, og at ósigurin verður stórur. Fyri at sleppa undan tí hevur hann einki annað í at velja enn at taka seg aftur, segði løgmálaráðharrin. Hann endurtók, at fæør valnevndin ikki eina skriftliga fráboðan frá Morgan Tsvangirai, verður forsetaval fríggjadagin.









