Tsvangirai sigur seg hava vunnið

Morgan Tsvangirai sigur seg hava vunnið zimbabwiska forsetavalið ímóti Robert Mugabe Andstøðuleiðarin í Zimbabwe, Morgan Tsvangirai, kunngjørdi í dag, at hann vann forsetavalið, sum var seinasta vikuskiftið.

Flokkurin hjá Tsvangirai sigur, at formaðurin fekk 50,3 prosent av atkvøðunum, og at Robert Mugabe, forseti, fekk 43,8 prosent.

Tað er tó lítið hugsandi, at Mugabe fer úr forsetasessinum við góðum. Talsmaðurin há flokki hansara sigur, at boðini frá andstøðuni eru burturvið, og at forsetin verður sitandi við valdið.