Fyrsta stigið er at flyta rættina hjá haganum á Norðara Leiti Nýggja útstykkingin, sum er ávegis í Vatnsoyrum, umfatar í alt níggju grundstykki, ið verða gjørd millum Gjónna Heimaru og heim móti gøtuni niðan Vatnsbrekku.
Í fyrsta umfari verður tó bert talan um at gera fýra stykki klár, og síðan at síggja, hvussu áhugin er.
Av tí, at okkurt stykki fer at liggja nakað ovarlaga í brekkuni í mun til verandi bygging, er gjørt av at hækka verandi vegin nakað fyri á tann hátt at leggja upp fyri teirri brekkuni, ið annars hevði komið burturúr at leggja stykkini so mikið høgt.