Talan er um avbygdarfólk og fólk, sum hava tilknýti til Gásadal. Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Jákup Suni Lauritsen, sigur seg vóna, at talan er um sethús og ikki summarhús. – Tað merkir nógv fyri Gásadal, at tey fáa fólk hartil, soleiðis at bygdin kann broytast. Fáa vit nakrar barnafamiljur til Gásadals, so hevur tú eina heilt aðra støðu. Har búgva eini 15 eldri fólk í Gásadali, meðan tey sum hava fingið byggiloyvi eru ein barnafamilja, sigur Jákup Suni Lauritsen við Dimmalætting.










