Runavíkar kommuna skrivaði í gjár undir sáttmála við smápartafelagið RTS Contractors, ið hevur fingið uppgáva at gera útstykkingina í Leitinum í Saltangará. Smápartafelagið átti lægsta tilboðið upp á arbeiðið, ið verður mett at kosta kommununi 37 milliónir krónur. Tað skrivar runavik.fo.
Sambært avtaluni skal øll verkætlanin verða liðug í 2020, meðan fyrsti parturin longur skal verða klárur um eitt ár. Men talan verður um eina broytta verkætlan, upplýsir kommunan.
- Eftir at saðlað varð um frá vinnara verkætlanini í norðurlendsku arkitektakappingini, tí hon bar ikki á mál, var heitt á Ósbjørn Jacobsen, arkitekt í Syðrugøtu, um at tekna ein býling inn í økið, sum kommunan átti. EM Ráðgeving í Saltangará fór síðani undir at neyvætla, og eftir tað var arbeiðið boðið út, skrivar kommunan.
Runavíkar kommuna væntar, at hon við nýggju útstykkingini fer at nøkta eftirspurningin eftir grundstykkjum í eina tíð.