Arbeiðið hjá Articon at útstykkja við Klingurstjørn hevur gingið so mikið væl, at Tórshavnar kommuna nú hevur fingið handaða lidnu útstykkingina, ein mánaða áðrenn tíð.
Annika Olsen, borgarstjóri, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini, í dag fingu handað grundøkini frá Torleifi Waagstein, verkætlanarleiðara hjá Articon.
Talan er um 45 grundstykki, tvey felags parkeringsøki og eitt slættað fríøki, ið er ætlað til spælipláss.
Í næstum fer Umhvørvisstovan at matrikkulera økið, og síðani verður skeytið útskrivað.
- Her fara at búgva nógvar ungar familjur við børnum. Millum nógvu barnafamiljurnar, sum fara at búleikast her, eru fleiri útisetar, sum nýliga eru fluttir heim ella fara at flyta heim í næstum. Hetta er gleðiligt og ber boð um, at tørvur er á slíkum útstykkingum sum hesari, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá ið Articon handaði lidnu arbeiðstøkuna til byggiharran.