Útstykking í Norðragøtu byrjað

Í gjár setti borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, fyrsta grabbið í nýggju útstykkingina í Norðragøtu, við Myllá

Nýggi býlingurin við Myllá fevnir um 26 nýggj grundstykkir innanfyri núverandi Eyðargøtu, sum er brekkan frá vegnum Við Ánna niðan til Torbjarnargøtu í Norðragøtu, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Økið til útstykking er 20.000 fermetrar til støddar, og útstykkingin væntast at vera liðug í august 2020. Samlaða uppskotið til framtíðar útstykking fevnir um eitt øki á 80.000 fermetrar.

Útstykkingin kostar 10,7 milliónir krónur. Tað er Kanjon, ið ger arbeiði, og Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, Formo, er ráðgevi.

##med2##