Útspilling er endamálið

Síðan útvarpið ónskvøldið bar tíðindi um, at undirritaði gongur runt við eini fartelefon frá stórinnkeypinum hjá Uttanríkisráðnum í december 2010, er søgan endurtikin fleiri ferðir í øðrum miðlum.

Lítið er í hesum máli, men tá endamálið einans tykist vera at spilla meg út og tengja meg upp í eitt mál, ið ber dám av oyðsli av skattgjaldarans peningi, og sum eg ongan leiklut havi í, kenni eg meg noyddan at koma við eini rætting.
Tá eg byrjaði í landsstýrinum í september í 2008, hevði eg eina telefon við mær. Hesa telefon nýtti eg til á sumri í 2009, tá Fiskimálaráðið keypti mær eina sonevnda iPhone 3. Í januar 2011 gjørdis eg landsstýrismaður í uttanríkismálum. Í mars sama ár fekk eg eina sonevnda iPhone 4 frá umsitingini í ráðnum, tí hin telefonin var gingin fyri.
Tá Fólkaflokkurin fór úr landsstýrinum í apríl 2011, avgreiddi eg míni persónligu viðurskifti við umsitingina í ráðnum, og vóru boðini viðvíkjandi telefonini, at síðan hon innihelt persónligar upplýsingar skuldi eg hava hana við mær.
Havandi í huga, at eg hevði eina telefon við mær, tá eg bygjaði í landsstýrinum, var tað eisini náttúrligt, at eg eisini hevði eina telefon við mær, tá eg fór úr landsstýrinum.
Eg veit ikki, um tað finnast innanhýsis reglur fyri landsstýrið og umsiting, hvussu fara skal fram í sambandi við fartelefonir, tá politikkarar og starvsfólk fara úr starvi, men eg kenni meg rættiliga sannførdan um, at tað ikki er eindømi, at fartelefonir hjá landsstýrismonnum fylgja teimum, tá farið verður úr starvinum aftur.
Farið eg skeivur, fari eg at heita á Marjun Hanusardóttir um at greiða almenninginum frá, hvørjar hesar reglur eru, og hvussu nógvar fartelefonir eru latnir inn seinastu árini og hvør nýtir hesar í dag.
Mín fína iPhone 4 liggur skinndeyð eftir eina “druknuvanlukku” í seyðahúsinum á Økrum í summar, men um Marjun Hanusdóttir vil hava hana í nýtslu aftur, skal eg gleðiliga rinda fyri umvælingina.
Stórt spell at løgmansstjórin letur seg nýta í slíkari útspilling. Val er fyri durum, og hon veit um nakar, at í politikki verður alt nýtt. Tí kundi hon t. d. sett seg í samband við meg, og fingið mína frágreiðing, áðrenn hon fór alment út við sínum boðum.
Tá tað ikki varð gjørt, ber illa til at staðfesta annað, enn at útspilling er endamálið.