Útspørkini á muni

Landsliðsvenjarin heldur, at Jákup Mikkelsen hevur betri útspørk enn Jens Martin Knudsen, og tí varð hann tikin fram um í kappingini um føroyska málverjasessin

KAUNAS: Tað vóru fleiri, sum undraðust á, at tað varð Jákup Mikkelsen, sum byrjaði í føroyska málinum leygardagin. Jens Martin Knudsen spældi seg í øllum førum ikki av liðnum, tá skotar vitjaðu fyri einum mánaði síðan, og sjálvur helt Jákup Mikkelsen í leygardagsútgávu okkara, at hann ikki roknaði við einum plássi millum stengurnar.
Hendan støðan helt sær fram til leygarmorgunin. Jákup Mikkelsen segði í øllum førum sjálvur, at hann als ikki grunaði nakað undan seinastu venjingini.
- Henrik segði við okkum, at nú fóru vit at venja deyðbóltar, og at hann fór at nýta teir ellivu, sum skuldu byrja inni. Fyrsta navnið, sum hann rópti, var mítt, og sjálvandi var eg glaður.
Tá Jákup varð settur á beinkin móti skotum, var grundgevingin, at hann ikki spældi á besta liðnum í Molde. Tað ger hann framvegis ikki, men sjálvur heldur málverjin, at dystarvenjingin er heilt góð.
- Eg spæli dyst hvørja viku sum teir flestu aðrir eisini gera, og mótstøðan er hampuliga góð. Onkun tíð spæla vit móti góðum liðum og aðrar tíðir er lítið at gera, men soleiðis vil tað altíð vera.

Sparkar ov stutt
Jens Martin Knudsen gjørdist sostatt taparin í málmanskappingini hesaferð. Og grundgevingin hesaferð var ein.
- Henrik segði við meg undan dystinum, at hann tók Jákup framum, tí útspørkini hjá honum koma einar 5-10 metrar longur niðan, og tað má eg so bara góðtaka.
Spurdur, hvørt hann ætlaði at gera enn eina roynd at vinna sessin aftur á landsliðnum, segði Jens Martin, at sjálvandi ætlaði hann tað.
- Tað er kanska ikki so nógv, sum eg fái gjørt, fyri at betra útspørkini. Men vit vita, at tað er sera hørð kapping um plássið, og tað er skjótt at tað kann ganga báðar vegir, so eg má bara royna at hanga í og gera mítt besta, sigur Jens Martin Knudsen at enda.