Útskjótingin gekk væl

Alt gekk sum ætlað, tá tað privata amerikanska rúmdarfelagið SpareX sendi farið "Dragon" út í rúmdina í dag, og hendir einki óvæntað, verður farið bundið saman við altjóða rúmdarstøðini ISS fríggjadagin.

Tað er amerikanska rúmdarumsitingin NASA, sum hevur gjørt sáttmála við SpareX um at senda eitt rúmdarfar út til ISS (myndin) við útgerð. Samstarvið er sera týdningarmikið, tí NASA hevur sett sínar rúmdarferjur og hevur tí brúkt fyri at samstarva við onnur fyri at fáa útgerð út til altjóða rúmdarstøðina. Samstarvið við SpareX kostar NASA 7,5 milliardir krónur.

Hendan fyrsta ferðin er ein royndarferð, og gongst sum ætlað skal "Dragon" gera 12 ferðir til ISS við útgerð.