Hagarnir Syðriseyður og Reyn í Sandavági eru útskiftir í semju av øllum eigarunum
Í útskiftingarlógini er heimild til at býta haga í semju, um allir eigararnir í haganum taka undir við tí.
Slík útskifting í semju er framd av høgunum Syðriseyður og Reyn í Sandavági sambært sáttmála undirskrivaður av øllum eigarunum í mai 2011, og eru matrikul og matrikulkort broytt samsvarandi.
Eftir sáttmálanum verður hálv mørk flutt frá Syðraseyði, matr. nr. 28-373c, til Reyn, matr. nr. 28-373f.