Útsjóndin hevur týdning

Ein kanning í USA vísir, at útsjóndin há fólki kann hava ávirkan á, hvussu góða løn tey fáa.

Kanningin, sum tað viðurkenda tíðarritið Regional Ecconomist hevur gjørt, vísir, at kvinnur, sum vóru klænar, tá tær vóru ungar, fáa betri løn enn tær, sum vóru tjúkkar á ungum árum. Eitt nú vísa tølini, at kvinnur, sum viga 60 pund meiri enn tað vanliga, fáa níggju prosent minni í løn enn tær meðaltungu kvinnurnar.

Amerikanska kanningin avdúkar harafturat, at andlitið hevur eisini ávirkan á lønina, og eisini tað er serliga galdandi fyri kvinnur. Tað sama er galdandi fyri hæddina, men her er tann munur, at hetta umfatar eisini menninar. Fyri hvørjar 2,5 sentimetrar oman fyri vanliga hædd veksur lønin 2,6 prosent, skrivar Regional Ecconomist.