Útseta Shtokman

Fyri nøkrum vikum síðani boðaði russiska Gazprom frá, at tað ætlaði sær ikki at hava útlendsk feløg við í útbyggingini á Shtokman-leiðini í russiska partinum av Barentshavinum. Í dag skrivar Interfax úr Moskva, at øll Shtokman-útbyggingin er útsett, og at tað fyrsta gassið kemur ikki haðani fyrr enn í 2013. Tað er tvey ár seinni enn ætlað. Fleiri feløg ætlaðu sær upp í Shtokman-útbyggingina, teirra millum Statoil og Hydro.