Í apríl koma heimskendu írsku tenorarnir, The Twelve Irish Tenors til Føroyar, men longu nú eru øll atgongumerkini útseld. Tenorarnir hava ferðast kring allan knøttin í gott og væl 2 ár, og hava vakt stóran ans við einari langari røð av framúrskarandi konsertum.
Saman við orkestri leiða tenorarnir okkum víða í tónleikaheiminum. Framførslurnar fevna um alt frá klassiskum tónleiki, til popp, rock og fólkatónleik. Á virðisløntu framførsluni syngja tenornarnir fleiri av allarbestu sangunum úr 20. øld.
Nakrir av sangunum, sum verða framførdir, eru ?Danny Boy?, ?La donna é mobile?, ?Nessun Dorma?, ?We Are The Champions?, ?The Rose?, ?Bridge Over Troubled Water?, ?Hey Jude?, ?Yesterday? , ?Fever?, ?That?s Life?, ?New York, New York?, Thank You For The Music? og nógvir aðrir.
Til tey, ið ikki longu hava ognað sær eitt atgongumerki til konsertina, ber til at síggja tenorarnar her: