Nú hevur Fótbóltssambandið selt øll atgongumerkini til landsdystin millum Føroyar og Italia á Tórsvølli í kvøld.
5.800 pláss eru á Tórsvølli, og tey eru øll farin. Seinnapartin í dag vóru eini tvey hundrað atgongumerki eftir, men teir vóru eftir stuttari løtu seld í forsøluni, sum var í Dansifrøi.
Harvið er fyri fyrstu ferð í langa tíð lagt upp til ein landsdyst fyri fullum húsum í Føroyum.
Dysturin millum Føroyar og Italia byrjar kl. 19.45 í kvøld, og tey, sum ikki hava fingið fatur á einum atgongumerki, kunnu síggja dystin í Sjónvarpinum. Har verður byrjað kl. 19.25. Útvarpið hjá Kringvarpinum útvarpar eisini dystin.