Útselt til Joey Moe

Forsølan til stóra ungdómstiltakið á Hálsi leygarkvøldið við

Joey Moe og Eyðun & Terja er útseld.

Líkt er til, at nógv fara at lurta eftir Joey Moe og Eyðun & Terja

leygarkvøldið.

Øll 250 atgongumerkini, sum fóru út í forsølu í Vodafone-

handlinum í SMS, eru nevniliga seld.

Tað merkir, at tey, ið framvegis ikki hava ognað sær atgongumerki

til ungdómdómstiltakið á Hálsi, mugu keypa tað við dyrnar, sum

lata upp klokkan 23.

 

Tað er heldur ikki hvør sum helst, ið framførir á Hálsi

leygarkvøldið.

Danski hip hopparin, Joey Moe, hevur ? hóast sín unga aldur ?

longu nøkur hitt í ermuni.

Flip IT (Like a Dj) var tað fyrsta. Síðani kom Yo Yo, og nýggjasta

útspælið, Jorden er giftig, er eisini væl umtókt bæði í Danmark

og í Føroyum.

 

Joey Moe verður ikki einsamallur leygarkvøldið.

Eyðun og Nolsøe og Terji Rasmussen eiga helst eisini sín lut í, at

forsølan longu er útseld. Hittmakararnir, sum hava verið virknir í

skjótt ein mansaldur, eru framvegis eins umtóktir og teir vóru í

gullárunum í 80?unum, tá eitt turriklæði var eitt politiskt

súmbol og eitt yvirskegg var eitt obligatoriskt prýði á andlitinum.

Harumframt verður DJ-show á skránni leygarkvøldið á Hálsi.