Útselt í Sveis

Tað verður sum sild í tunnu sunnudagin í Sveis

Øll 16.800 setrini á Swissporarena eru seld til landsdystin móti Føroyum. Talan er um 16.700 heimaáskoðarar, og eini hundrað føroysk viðhaldsfólk.

 

Les eisini: Shaqiri ikki við móti Føroyum

 

Áhugin fyri sveisiska landsliðnum er stórur í løtuni. Sveis liggur á odda í bólkinum við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Sum skilst, so verður væntað at heimaliðið vinnur lættliga.

 

Les eisini: Runuvenjing og jetflogfør

 

Dysturin verður spældur á Swissporarena í Luzern. Leikvøllurin bleiv umbygdur í 2011 og er ein sokallaður multileikvøllur, ið eisini kann hýsa øðrum tiltøkum.

 

Les eisini: Ivamálið er á vinstra bakki

 

Dysturin móti Føroyum verður sunnudagin klokkan 17. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.