Útselt eftir 90 minuttum

Gravgangur eftir at uppliva Kris Kristofferson.

Áhugin fyri Føroya-vitjanini hjá Kris Kristofferson, ið kemur til Føroyar mánaðarskiftið august-september, tykist at vera ovurhonds stórur.


Fyrradagin bórust tíðindini, at legendariski countrysangarin fór á pall í Norðurlandahúsinum 1. september, og ikki kann sigast annað enn, at tað var sannur gravgangur eftir atgongumerkjum til konsertina. Einans tríggjar tímar eftir, at sølan byrjaði, vóru øll atgongumerkini seld.


Gjárkvøldið bórust so tíðindini at skipað verður fyri eini konsert við bólkinum Appalachian Murder Bunnies 31. september í Reinsarínum. Tey sum manna bólkin eru Kelly Kristofferson og Andrew Hagar.


Tað serliga er, at Kelly Kristofferson er dóttur Kris Kristofferson, og fyrireikararnir kundu upplýsa, at Kris Kristofferson verður at síggja á pallinum saman við dóttrini hetta kvøldið.


Ikki óvæntað, so var eisini stórur áhugi fyri hesi konsertini. Longu hálvanannan tíma eftir, at atgongumerkini vórðu sett til sølu, varð tað síðsta selt. Tað upplýsir Reinsaríið á síni heimasíðu.