Útselt

Áhugin er stórur fyri at síggja Toda og teir í FCK dystast móti Brøndby


 

Fótbóltsferðir


Tað er ikki sørt, at áhugin fyri at síggja í Parkini er stórur, nú stórdysturin móti Brøndby nærkast. Vit skrivaðu í undanfarna hósdagsblaði okkara, at North Atlantic Football Agency (NAFA)í samstarvi við Atlantic Airways skipaði fyri til dystin, og ikki kann sigast annað enn, at fólk hava tikið væl ímóti hesum.

Jákup í Stórustovu, sum rekur NAFA, sigur við Sosialin, at tær 50 ferðirnar, sum felagið hevði bjóðað út, snøgt sagt vórðu skræddar burtur. Klokkan níggju fríggjamorgunin byrjaði tey at taka ímóti bíleggingum á skrivstovuni hjá Atlantic, og beint eftir døgurða var útselt.