Tsatsiki og kærleikin

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Tsatsiki og kærleikin eftir Moni Nilsson-Brannstrom. Bergur Rasmussen týddi og Pija Lindenbaum myndprýddi

Tsatsiki skal byrja í fjórða flokki eftir summarfrítíðina, men fyrst skal hann vitja í Grikkalandi, har Dimitrisabbi liggur at doyggja. Tað er gott, at systkinabarnið Elena er har, tí hon fnnur upp á nakað, so Tsatsiki næstan gloymur at vera keddur. Heimafturkomin gerast hann og Per Hammar blóðbrøður, og Tsatsiki roynir seg á rullufjøl. Sára heldur, at hann dugir øgiliga væl. . . Og búkurin á mammuni verður størri og størri. Skjótt verður Tsatsiki stóribeiggi!
Tsatsiki og kærleikin er fjórða bókin í røðini um Tsatsiki, sum er vorðin sera væl umtóktur kring allan heim. Fyrstu bøkurnar eru gjørdar til film, og beint tú verður fyrsta bókin lisin upp í útvarpinum. Hinar bøkurnar um Tsatsiki eru: Tsatsiki og mamman, Tsatsiki og pápin, og Bara Tsatsiki.
Bókin er 132 blaðsíður, heft og kostar 125 kr. Hon er umbrotin, prentað og heft á Hestprent.