19 ára gamli Dsjokhar Tsarnajev, sum er handtikin fyri bumbuálopið undir Boston Marathon í farnu viku, er nú komin so mikið fyri seg, at hann fær svarað spurningum frá løgregluni.
Yngri Tsarnajev-beiggin varð handtikin um vikuskiftið, men hann var særdur av skotum frá løgregluni. Ein kúla rakti hann í hálsin og tunguna, og tað stóð um lív hjá manninum. Nú er Dsjokhar Tsarnajev uttan fyri lívsvanda, men hann fær ikki tosað.
Sambært ABC News hevur Dsjokhar Tsarnajev tó reagerað upp á spurningar frá myndugleikunum, og tað hevur hann gjørt skrivliga.
Eldri beiggi hansara doyði eftir skotbardaga við løgregluna í farnu viku.
Trý fólk doyðu og 180 fólk vóru særd av bumbuálopinum undir Boston Marathon.