Útsagnirnar hjá Jóannes Eidesgaard eru ódámligar og ósakligar.
Tað halda fimm stór fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tey fimm feløgini í Almenna Fakfelagssamstarvinum, sum hava sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum, hava í dag viðgjørt støðuna nú sáttmálaskeiðið er runnið.
- Vit mótmæla, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ger seg inn á samráðingarrættin við alment at boða frá, at rúm ikki er fyri lønarvøkstri, siga tey í tíðindaskrivi í kvøld.
Tey siga, at hendan fráboðanin er at meta sum álop á rættin til frælsar samráðingar.
- Feløgini mótmæla, at lønarvøkstur og uppsagnir verða tengd saman og slíkar útsagnir eru ódámligar og ósakligar.
Tey siga, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum roynir at fáa fólk at gloyma, at tað eru ikki fakfeløgini sum seta og siga fólk úr starvi ella raðfesta tænastustøðið.
- Tað hevur avgerandi týdning at gera sær greitt, at null lønarvøkstur í veruleikanum er ein reallønarniðurskurður.
Fakfelagssamstarvið leggur dent á, at vit halda fast um aldargamla rættin til frælsar samráðingar og ætla okkum at samráðast til vit finna haldbærar loysnir, siga
tey.
Tey fimm feløgini eru: Føroya Lærarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.