Spurningurin um útsýni fyllir nógv í málinum um útbyggingarætlanina hjá Varðin Pelagic.
Kærarin, Kári Thomsen, fyrrverandi formaður í FNU (Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag), eigur eini sethús omanfyri havnalagið á Tvøroyri.
Tá hann setti seg at hyggja eftir Degi & Viku 12. november í fjør, hoyrdi hann tíðindini um at byggiloyvi var givið til P/F Varðin Pelagic eftir grannahoyring. Men sum granni hevði Kári Thomsen einki hoyrt.
Húsini hjá Kára Thomsen standa soleiðis fyri, at ætlaða útbyggingin kemur at ganga út yvir útsýnið.
Kærunevndin í lendismálum tekur soleiðis samanum spurningin um útsýnið hjá Kára Thomsen:
Eftir at hava kannað útsýnið á staðnum og samanborið við matrikul og lendiskort og ætlaðu útbygging hjá P/F Varðin Pelagic, kann staðfestast, at einki útsýni verður frá nøkrum vindeygum í stovuhædd. Sum er sæst út á fjørðin frá vestaru stovu millum tekjurnar á pakkhúsi nr. 18 og pakkhúsi nr. 4 í einum vinkli á 18 gradir, og frá stovuni í eystara enda á sethúsinum er útsýnið millum pakkhús nr. 18 og havnaskrivstovuna, matr. nr. 491, Froðba góðar 10 gradir.
Frá kvistvindeyganum sæst, sum er, mesti partur av innara Trongisvágsfirði, meðan bert ein glotti sæst móti eystri og út í munnan á fjørðinum. Víddin, ið fjald er frá kvistvindeyga móti eystri við útbyggingini hjá P/F Varðin Pelagic er umleið 46 gradir.
Tvøroyrar Kommuna leggur ikki sama dent á útsýnið hjá Kára Thomsen. Kommunan svarar millum annað:
Kærarin ger í so nógv av í summum av sínum uppáhaldum m.a. hesum um tað mista útsýnið. Tað er ikki heilt rætt, tá hann førir fram, at onki útsýni verður úr nøkrum vindeyga í stovuhædd. Útsýnið á Trongisvágsfjørð verður mist í ávísan mun, men tað merkir ikki, at onki útsýni verður. Ein borgari hevur ikki nakað rættarkrav uppá at varðveita eitt serliga gott útsýni."