Útsøla í út­varp­i­num

Í dag er fríggjadagur – men um­framt alt tað vanliga við burturluting av øli, at­gong­u­merkj­um til dittin og dattin sum tey finna fyri gott sum almenna public service, so er Kringvarpið farið undir eina rætt­iliga herðferð at taka kapp­ingina upp við privatar miðl­ar um lýsingar.

Kringvarpið bjóðar nú kund­um sín­um sera stóran av­slát­t­ur – sum í ávísum før­um fer niður um helvtar prís. Hetta halda vit vera to­talt langt úti. Vit halda enn sum áð­u­r, at lýs­ing­ar ikki hoyra heima í almenna kring­varp­i­num. Vit skilja ikki, at løg­ting­­ið ikki steðgar hesum ør­skapi einaferð med alla.

– Vit biðja ikki um al­menn­ar peng­ar. Vit biðja um frið at reka okkara for­rætn­ing utt­an al­menna upp­í­­bland­­ing. Vit skilja ikki, hví pol­itikarar ikki kunnu virða tað!