Sum skilst, so økist trýstið á David Moyes alsamt.
Manchester United tapti í gjár 3-0 móti arvafíggindunum úr Liverpool. Manchester United hevur tí 14 stig upp til 4 plássið, har Manchester City liggur. Manchester City hevur harafturat leikt 2 dystir færri enn Manchester United.
Enskir miðlar skriva í dag at David Moyes og restina av venjaratoyminum hava sitið á fundi, har teir hava viðgjørt, hvussu Manchester United kann venda keðiligu gongdini, og serliga hvussu Manchester United kann venda seinnu uppgerðini móti Olympiakos, ið verður leikt mikukvøldið.
Manchester United er higartil farið út úr báðum teimum lokalu steypakappingum. Í báðum førum hevur liðið tapt móti liðum, ið eru uttanfyri top 6 í Premier League.
David Moyes hevur brúkt £65 milliónir pund sum Manchester United venjari, har hann hevur keypt Marouane Fellaini og Juan Mata. Hvørki Marouane Fellaini og Juan Mata náddu at leika 90 minuttir fyri Manchester United í gjár móti Liverpool.
David Moyes fær seg veruliga royndan hesa komandi vikuna. Manchester United skal mikukvøldið leika móti Olympiakos í Champions League. Leygardagin skulu teir á Upton Park at leika móti West Ham, og mikukvøldið í komandi viku skal Manchester United á heimavølli spæla móti arvafíggindunum úr Manchester City.
Kelda www.goal.com









