Liverpool vann í kvøld 4-1 á Swansea í seinasta dystinum í 19. umfari í Premier League. Adam Lallana skoraði tvey, meðan Alberto Moreno skoraði eitt. Tað fjórða var sjálvmál av fyrrverandi Liverpool spælaranum, Jonjo Shelvey. Íslendiski Gylfi Sigurdsson skoraði fyri Swansea.
Venjarin hjá Liverpool, Brendan Rodgers, hevur verið fyri nógvum ákoyringum hetta kappingarárið, men við sigrinum í dag, sum er tann annar upp í slag í Premier League, minkar trýstið nakað á honum.
Brendan Rodgers hevur verið fyri ákoyringum, tí spælararnir, sum hann hevur keypt inn ikki hava avrikað, men í dag stóðu tveir av teimum fyri trimum av málunum hjá Liverpool. Vinstri bakkurin, Alberto Moreno, legði Liverpool á odda í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki økti Adam Lallana, tá Lukasz Fabianski, málverji hjá Swansea, var so óheppin at sparka bóltin beint í kroppin á Liverpool miðvallaranum. Bólturin fór beint í mál til 2-0. Bara minuttin eftir minkaði Gylfi Sigurdsson um munin.
Eftir eina løtu av fjálturstungnum spælið setti Liverpool trumf á. Fyrsti økti Adam Lallana til 3-1, eftir frálíkt hegnisligt hælspæl frá Coutinho. Løtu seinni sendi Jordan Henderson hornaspark innfyri, sum Jonjo Shelvey var so óheppin at stúta í egið mál.
Liverpool er nú komið upp á 28 stig, sum er tað sama sum Swansea. Liðini liggja á áttanda og níggjunda plássi. Fimm stig eru upp til fjórða plássið, sum gevur atgongd til Champions League.
Premier League 19. umfar:
Í dag:
Liverpool – Swansea 4-1
Í gjár:
Tottenham – Manchester United 0-0
Southampton – Chelsea 1-1
Aston Villa – Sunderland 0-0
Hull – Leicester 0-1
Manchester City – Burnley 2-2
QPR – Crystal Palace 0-0
Stoke – WBA 2-0
West Ham – Arsenal 1-2
Newcastle – Everton 3-2