Trýstið er stórt í Runavík og í Gundadali

Hjá B36 snýr tað seg um at varðveita europeiska møguleikan, og hjá NSÍ er dagsskráin at sleppa undan hóttanini at flyta niður

Fyri fyrstu ferð í ár verður tað seinnapartin fótbóltur í bestu mansdeildini í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur átti heimavøll í fjør, og har EB/Streymur eftir ætlan eisini fer at eiga heimavøll í 2023.

 

Í dag er tað NSÍ, sum eigur heimavøll ímóti B36.

 

Tá ið hesi bæði liðini fyri stuttum dystaðust í Gundadali, endaði tað 1-1. Tað varð roknað at vera gott úrslit fyri NSÍ, sum stríðist fyri at sleppa úr botninum, og tað varð roknað at vera vónbrot fyri B36, sum stríðist fyri at varðveita møguleikan at endurvinna pláss í europeisku kappingini, og sum fekk ein dyggan undir vangan fyri einari viku síðani, tá ið tað endaði við 3-2 tapi í Streymnesi.

 

NSÍ vann fyri fyrstu ferð fulla úrtøku, síðani Sámal Erik Hentze tók við venjarastarvinum, tá ið tað sunnudagin endaði við 2-1 sigri á Argjum.

 

Hjá B36 er tað smeitur, at miðverjin Thor Høholt er farin av landinum og aftur í Lyngby, haðani B36 hevði leigað hann, og tað er eisini smeitur, at Benjamin Heinesen, sum er um at vera komin fyri seg eftir langan skaðasteðg, er leikbannaður. Bjarki C. Nielsen er darvaður av vøddaskaða, men tað verður roknað við, at hann verður á listanum.

 

Hjá NSÍ eru Aron Knudsen langtíðarskaddur, og tað er ivasamt, um Jørgen Nielsen er førur fyri at spæla. Búi Egilsson, sum fyri viku síðani spældi allan dystin á tamb á næstbesta liðnum, var ikki á listanum hjá næstbesta liðnum í gjár. Tí kann roknast við, at hann fer at eiga onkran leiklut í dag.