Fólkakirkjan í Føroyum er undir stórum trýstið í samband við at loyva samkyndum hjúnalagi.
Tað segði Bergur Debes Joensen, prestur, í kjaksendingini hjá Óla Breckmann á Rás2, har prestur, Bjørt Samuelsen, tingkvinna, og Sunneva Háberg Eysturstein, skiftu orð um samkynd hjúnalag í Føroyum.
Bergur Debes Joensen segði, at sama hvat hendir á politiska vígvøllinum, er talan er um eitt ógvuliga álvarsligt mál fyri sjálvt grundarlagið undir føroyska fólkakirkjuna - Vit liva mitt ímillum tjóðir, sum hava tikið eina avgerð í spurninginum um hjúnabandið sum er púra ímóti tí, kirkjan altíð hevur staðið fyri. - Trýstið á politisku skipanina í Føroyum er øgiligt. Men eg kann siga fyri meg, at eg kenni tað eisini rættiliga markant á kirkjuna í dag, sigur Bergur Debes Joensen.
Hann heldur, at trýstið er serliga stórt á tey, sum ikki taka undir við samkyndum hjúnalagið - Trýstið allastaðni er rættiliga ítøkiligt og tað fyllir nógv. Tað eru sjónvarpsrásir, sum burturav vísa samkyndar pornofilmar og á evropisku sangkappingini herfyri var allurin heimið vitni til samkyndleikin varð drigin fram. Hann heldur, at tað var kanska orsøkin til, at Símun P. Jacobsen tók spurningin upp í ólavsøkuprædiku fyri tveimum árum síðani.
Hann sigur at fyri einum ári síðani vórðu allir prestar spurdir og svarið frá einum presti, sum hóvaði LGBT, varð sett stórt upp hjá LGBT. So tað slepst ikki undan, at eisini kirkjan verður drigin upp á málið, heldur Bergur Debes Joensen.
Bjørt Samuelsen sigur, at hon varð rættiliga bilin av ólavsøkuprædikuni og at prestur sjálvur tók hetta upp sum ein trupulleika fyri kirkjuna. - Eg havi hvørji sæð ella følt, at nakað trýst er á Fólkakirkjuna í hesum máli.
- Tvørtur ímóti hava bæði LGBT og vit politikarar, sum hava talað fyri samkyndum huúnalagi, gjørt okkum øgiliga stóran ómak at greiða frá, at tey ikki vilja tvinga samkynt hjúnalag inn um kirkjugátt, men at vit vilja verja rættin hjá kirkjum og samkomm til at taka støðu sjálvi.
Líka stóran týdning, sum eg haldi at vit skulu geva samkyndum møguleikan at verða borgarliga vígd, líka stóran týdning hevur tað fyri meg at verja rættin hjá kirkjuni at taka støðu sjálv.
Hon heldur, at nettupp tað er munurin á kjakinum í Føroyum og aðrastaðni um samkynd hjúnalag, at í Føroyum hevur eingin tosa um at áleggja kirkjuni at víga samkynd. Tó heldur hon, at kirkjan hevur so stóran týdning í samfelagnum og tískil vónar hon at prestar og kirkjan tora, og eru eru sinnað at taka málið upp til sakliga viðgerð.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr kjakið á Rás2 um samkynt hjúnalag í Føroyum.
|