Í samrøðu í Sosialinum um fiskivinnupolitikk, sigur Poul Michelsen, at marknaðarprisur skal gjaldast fyri tilfeingið, men hann trýr ikki upp á uppboðssølu millum føroyskar keyparar.
- Tað er ikki gjørligt at gera ein uppboðssølu í Føroyum, har bert føroyingar keypa, tí tað eru bara nakrir fáir aktørar, sum hava pengar, heldur Poul Michelsen.
Hann heldur, at vandi er fyri, at fýra stóru aktørarnir í føroyskari uppsjóvarvinnuni eru so nógv betur fyri enn allir aðrir keyparar, at tað verður ógjørligt at fáa reella kapping inn.
- Tað er so øgiliga langt niður til hinar frá hesum fýra, tí teir hava fingið millum 1,5 til 2 milliardir frá landinum og aðrir kunnu ikki bjóða javnbjóðis á eini uppboðssølu. Um tú bert hevur fýra keyparar, kunnu teir avtala sína millum, hvat teir vilja gjalda, og so verður prísurin ikki grundaður á marknaðin, sigur Poul Michelsen við Sosialin.
Hann heldur ístaðin at ein loysn kundi verið eitt tilfeingisgjald, sum var sett javnan - til dømis 3. hvønn mánað útfrá tí vitan man hevur um prísin á marknaðinum.