Fyrr í kvøld sóust í myrkrinum blunkandi ljós koma eystur um Lágháls á Strondum, men løgreglan sigur, at líkt er ikki til, at talan er um álvarsligan skaða. Fyrst sást ein blunkandi bilur, og løtu seinni kom ein annar. At síggja til av eystara armi koyrdu bilarnir við nógvari ferð og hildu leiðina inn eftir vesturarminum og inn í Skálafjørð.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um ein ungan drong á knallert, sum hevði koyrt út av vegnum sunnanfyri Morskranes.
Í løtum var væl av vindi í kvøld, og løgreglan sigur, at drongur og knallert vórðu tikin út av vegnum av vindi.
Vakthavandi veit ikki ítøkiligt at siga, hvussu drongurin hevur tað, men líkt var tíbetur ikki til, at hann hevur fingið nakran álvarsligan skaða.
- Drongurin føldi seg illa, og tí varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.