Útrykningur í høvuðsstaðnum

Nú seinnapartin í dag hendi eitt ferðsluóhapp í Sørvági, har ein 47 ára gamal maður koyrdi á ein garð við knallert. Løgreglubilur fylgdi sjúkrabilinum gjøgnum Havnina. Tað sá eitt sindur ógvusligt út í Havn fyri løtu síðan, tá løgreglubilur og sjúkrabilur við útrykningi koyrdu gjøgnum býin og út á Landssjúkrahúsið.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um eitt ferðsluóhapp í Sørvági, har ein 47 ára gamal maður hevði koyrt á ein garð við knallert.

- Støðan tóktist álvarslig, og tí sendu vit løgreglubil at koyra undan sjúkrabilinum av Hvítanesvegnum og út á Landssjúkrahúsið.

Vakthavandi sigur, at tá maðurin kom á Landssjúkrahúsið sá betri út, og líkt er tíbetur ikki til, at skaðin er stórur.

- Men vit valdu at taka neyðug fyrivarni og at fáa mannin á Landssjúkrahúsið skjótast gjørligt, sigur løgreglan.