Tað var Trygvi Mortensen høvuðsvenjari hjá NSÍ, sum kundi fegnast um spælið, men tað var also Sámal Erik "Bagge" Hentze, sum kundi fegnast um ein ógvuliga hepnan 1-0 sigur á útivølli ímóti NSÍ fyrr í kvøld.
Trygvi Mortensen legði ikki nógv í burturvísingina, men iðraði seg heldur, um allar teir spiltu málmøguleikarnar.
Bagge var ovurfegin um sigurin hjá B36, men hann viðgongur, at hepnið veruliga var við B36, tá teir vunnu oddasessin aftur frá HB í dag. Bagge heldur, at NSÍ spælir framúr væl, men teir mugu hava eitt hav av møguleikum, áðrenn teir skora, og tað tænti B36 væl.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Trygvi Mortensen og Bagge søgdu aftaná dystin í samrøðu við Trónd Arge. Fremst hoyrist frásøgnin hjá Tróndi av sigursmálinum hjá B36. Jens Martin Knudsen var viðmerkjari til dystin, sum var at hoyra á Rás2.