TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá AB, aftaná Trygvi Mortensen hevði sæð sínar menn bjarga sær eitt stig ímóti dystarenda við einum 2-2 javnleiki ímóti Víkingi úti í Vika á Argjum í dag.
Trygvi Mortensen heldur, at talan er um ein uppibornan javnleik. Hann heldur, at AB vóru minst líka góðir, sum Víkingur í dystinum í dag, og tey hevði nívt hann at farið av vøllinum við ongum stigi í dag.
Trygvi Mortensen slær fast, at teir í AB venja hart og venja nógv fyri at betra bóltspælið. Hópurin er nýggjur og skal samanspælast, og neyðugt er eisini hjá honum at geva ungum monnum frá 1. deildarliðnum møguleikan, men AB-venjarin hevur góðar vónir, at tað fer at hilnast.