Annan dystin á rað í Effodeildini legði 07 Vestur seg á odda, men kortini stóðu vágamenn enn einaferð eftir við ongum, tá ið Víkingur í kvøld vann 4-2 á Dungasandi í Sørvági. Við málum frá málum frá Gunleifi Magnusarsyni og Holgari Durhuus kom 07 Vestur á odda 2-0, men undan hálvleikinum fekk blaðungi Asbjørn Heðinsson tvey gul og samstundis reytt, og harafturat minkaðu føroyameistararnir til 2-1. Í seinna hávleiki var mótbrekkan hjá vágamonnum ov tung, og at enda vann Víkingur 4-2.
Venjarin hjá 07 Vestur, Trygvi Mortensen, iðrar seg um dystargongdina. Hann skilir ikki, hví Asbjørn Heðinsson fekk sítt fyrra gula kort, og eiheldur skilir hann, hví bólturin ikki varð dømdur úti áðrenn Víkingur skoraði sítt fyrsta mál. Hann viðurkennir tó, at í seinna hálvleiki var Víkingur nógv betra liðið, og tað var ikki nógv, sum vágamenn tá kundu gera. Samanumtikið hevði hann kunnað hugsað sær nøkur stig afturat í fyrru hálvu, men hann er bjartskygdur um seinnu kappingarhálvu
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum Trygvi Mortensen segði í samrøðu við Rás2.










