Trygvi: Vit blivu revsaðir fyri barnasjúkurnar

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur er sera illa nøgdur við avrikið í seinna hálvleiki í 1-4 heimatapinum ímóti HB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen aftaná Trygvi hevði sæð sínar spælarar tapa 1-4 ímóti HB á tí nýggja undirlagnum á Dungasandi í Sørvági fyrr í dag.

 

Í steðginum var javnleikur 1-1, og Trygvi Mortensen heldur, at hansara spælarar avrikaðu væl í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki gekk galið, og Trygvi Mortensen heldur, at teir í 07 Vestur blivu revsaðir fyri barnasjúkurnar, sum teir høvdu avtalað ikki at gera.

 

Nú ger Trygvi Mortensen klárt til heimadystin ímóti ÍF um 11 dagar, sum hann metir verða ein lykladyst og ein lagnudyst.