TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina upptaktssamrøðu við Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá NSÍ undan steypafinaluni í kvøld millum NSÍ og Víking, sum byrjar á Tórsvølli klokkan 19.45.
Trygvi væntar ein rimmardyst, og hann merkir ein góðan stemning í hópinum undan finaluni. Hann hevur góðar vónir um, at finalan kann koppa teirra veg, hóast NSÍ hevur tapt 1-3, 2-4 og 1-5 ímóti Víkingi í effodeildini fyrr í ár.










