Trygvi: - Uppiborin sigur til Víking

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá NSÍ er farin at fokusera á næsta dyst

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen, aftaná 2-4 ósigurin hjá NSÍ ímóti Víkingi við Løkin í Runavík í dag.

 

Trygvi ásannar, at talan var um ein uppibornan sigur til Víking, ikki minst sæð í ljósinum av, at Víkingur megnar at skora við einum manni minni á vøllinum. Trygvi velur heldur at fokusera uppá komandi uppgávuna ímóti HB í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, har NSÍ er á odda 1-0 frá tí fyrru hálvfinaluni.