Trygvi: Tað er eingin linja í dømingini

(Ljóðsamrøða frá Rás2) AB-venjarin heldur ikki, at dømingin stemmar við uppleggið fyrr í ár

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við Trygva Mortensen á Rás2 aftaná dystin millum TB og AB við Stórá í Trongisvági. Ein dystur TB vann 1-0.

 

Trygvi Mortensen slær fast, at hart spæl ikki verður revsað er beint ímóti upplegginum, sum kom áðrenn kappingarbyrjan, tá sagt var frá dómarasíðuni, at tað skuldi sláast hart niður á harðligt spæl. Trygvi Mortensen heldur ikki, at hendan linjan verður førd, og hann eftirlýsir, at ein greið linja verður hildin við dømingini.

 

Venjarin hjá AB staðfestir, at tað skal ikki verða ein bøtuflaki fyri, at AB skapar ov lítið av málmøguleikum. Trygvi Mortensen er nøgdur við verjupartin fyrstu tríggjar dystirnar, men ásannar, at bert eitt mál í trimum dystum ber ikki langt, og arbeiðast má við tí partinum hjá AB.