Trygvi skal hjálpa Brian

Trygvi Mortensen, sum í ár hevur hjálpt fyrrverandi landsliðsvenjaranum, verður nú hjálparvenjari hjá Brian Kerr. Tað framgongur av leikara- og leiðaralistanum, sum er sendir til Fraklands og Rumenia, har landsdystir verða spældir um stutta tíð. Trygvi Mortensen hevur í fleiri ár virkað sum venjari í Føroyum, men borgarliga starvið bar fyri nøkrum árum síðani við sær, at hann ikki ynskti at standa við høvuðsábyrgdini fyri nøkrum liði. Í ár hevur hann verið hjálparvenjari hjá Jógvani Martin Olsen og Víkingi, og nú hevur hann so játtað at tikið eitt tak á landsliðnum.