Hann arbeiddi í mong ár á skrivstovuni hjá Balslev timburhandli í Eystaru Bryggju í Havn. Hann var ein av teimum fyrstu, sum tók prógv á Tekniska Skúla sum millumteknikari, hetta hevur verið fyrst í 60-unum. Trygvi var eitt tíðarskeið skrivari hjá Havnar Handverksmeistararafelag. Tá Føroya Ídnaðargrunnur bleiv stovnaður í 1970, varð Trygvi settur sum stjóri, og var hann eisini skrivari hjá Búskaparráðnum. Hann fór frá sum stjóri fyri umleið 6 árum síðan. Eitt langt tíðarskeið var hann formaður í Havnar Sjúkrakassa. Trygvi var við í varðveitingararbeiðinum av sluppini Westward Ho. Føðingardagurin varð hildin saman við familjuni.
mg