Trygvi rósar sínum monnum

NSÍ venjarin er ikki minst fegin um, at tað nú hevur eydnast at hildið tætt í fimm hálvleikum

NSÍ

NSÍ er eftir fyrsta triðingin av kappingini á heiðursmerkjaplássi. Tí er einki undarligt í, at lagið í Runavík er gott.
- Eg haldi, at um nakar vinnari skuldi vera, so vóru vit rætti vinnarin, er skoðsmálið, sum NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, hevðí eftir dystarlok í høgættarkuldanum.
Hvat ert tú mest nøgdur við?
- Eg eri fyrst og fremst nøgdur við, at tað eydnaðist okkum at fáa øll stigini, tá ið tað var so tætt. Tað er ikki altíð, at tað í sovornum førum hevur koppað okkum til fyrimunar, og tað boðar frá góðari gongd, tá ið tað ger tað. Nú er einki mál skorað ímóti okkum í tveimum heilum og einum hálvum dysti. Tað eri eg væl nøgdur við, og eg eri stak væl nøgdur við hugburðin hjá spælarunum. Teir hava viljan, sum skal til, og hann ber langt.
Tit løgdu trýst á frammarlaga í høgra borði?
- Vinstri vongverjin, Iulian Florescu, er ofta maðurin, sum plagar at seta gongd á álopsspælið hjá Skála. Vit høvdu avrátt, at miðvallarin hjá okkum í høgru, Andy Olsen, skuldi byrgja upp fyri honum frammarlaga á vøllinum, og tað haldi eg eydnaðist sera væl. At so Andy varð einsamalli málskjúttin, og at ungu menninir vóru stinnir, ger tað uppaftur hugaligari, heldur Trygvi Mortensen.
Og nú?
- Næstu ferð verður stór avbjóðing á skránni. Tá skulu vit spæla í Gundadali móti HB. Vit hava seks dagar at fyrireika okkum, og tað kemur væl við. Vit fegnast um, at hvørja ferð vit vísa ungu monnunum álit, og tað gongst teimum væl, so gerast teir stinnari, og nú fara teir orduliga at fáa sína søk fyri.