FÓTBÓLTUR
Tréguier, Frankaríki: Mikukvøldið var venjingin løtt og stutt. Tá hoyrdist heldur ikki nógv til hansara, men undir hósdagsvenjingini fingu leikararnir veruliga at hoyra, hvussu og hvør Trygvi Mortensen er.
– Tað skal vera power á og menn skulu vita, hvussu tingini skulu gerast, sigur nýggi hjálparvenjarin hjá Brian Kerr.
Men hóast hann er maðurin, ið rópar harðast og kanska tosar mest á vøllinum, so er tað Brian Kerr, sum setir dagsskránna.
– Vit koma sjálvandi við okkara metingum og geva okkara meiningar til kennar, men tað er Brian Kerr, sum kemur við tí stóru rammuni, sigur Trygvi Mortensen.
Soleiðis verður tað eisini leygarkvøldið, tá dysturin verður bríkslaður í gongd. Brian Kerr setir dagsskránna og hevur seinasta orðið. Harðastu rópini meðan dysturin er í gongd, fara tó helst at koma frá Trygva Mortensen.
– Eg plagi í hvussu so er at rópa har, eg eri, sigur hann.